Eysturkommuna
Vanliga verður ruddingardagurin skipaður tíðliga á sumri, men vegna streyku og feriutíð er hann fluttur til mikudagin 28. august kl. 16:30.
Ruddingardagurin verður skipaður eins og í fjør, har man skipaði seg í grannaløg, sum eru saman um at rudda eitt felags øki. Yvirlit yvir økir og kontaktpersón kemur á heimasíðuna seinni.
Møtt verður kl. 16:30 í grannaøkinum, har kommunan bjóðar sandwich og okkurt leskandi. Eisini verða posar og handskar útflýggjaðir.
Tá liðugt er ruddað umleið kl. 18:30, verður bjóðað til kaffi/te og okkurt søtt í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Eisini er, eins og undanfarin ár, møguleiki hjá hvørjum húski at ogna sær ein plantupakka.
Deil á Facebook