Sjóvar Kommuna
Leygardagin, 18. mai 2024, verður ruddingardagur í Sjóvar kommunu.
Byrjað verður við morgunmati á hesum støðum kl. 9.00:
- í missiónshúsinum á Selatrað
- Geilin 15, Innan Glyvur
- í bygdahúsinum á Strondum
Tosað verður um, hvar ruddast skal, og hvør fer hvar. Vit hava býtt bygdirnar upp og sett ábyrgdarfólk til hvørt øki.
Um tit vita um serstøk øki, sum treingja til at verða ruddaði og/ella hampaði, eru tit vælkomin at skriva til bardur@sjovar.fo ella ringja á tlf. 232725.
Um tíð og manning loyvir tí, er ætlanin at fríðka um onkunstaðni í kommununi – meir kunning um tað í næstu viku.
Øll, sum hava ruddað, verða boðin til døgurða í bygdahúsinum kl. 13.00. Eftir døgurðan verður bygdaquiz, samstundis sum filmur verður tendraður í bio-salinum til børnini.
Ruddingardagin er bingjuplássið stongt.
Við vón um góða undirtøku.
Sjóvar kommuna
Deil á Facebook