Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.09.2022 13:13

Rudda Føroyar – Sunda Kommuna

Myndir: Sunda.fo

Næmingarnir í Skúlanum við Streymin vóru við í tiltakinum Rudda Føroyar hósdagin í síðstu viku. Ruddað varð í strandalinjuni frá Gjánoyri og suður til endan í Náttúrulundini streymoyarmegin og suður og norður í Náttúrulundini Eysturoyarmegin.

Ruddingin í Gjáoyri, strandalinjuni frá Nesvík suður til endan í Náttúrlundini Streymoyar og Eysturoyarmegin bleiv grovsorterað í trý: plastik, træ og annað rusk.

Samanlagt savnaði Skúlin við Streymin 2.067 kg av ruski í ”Rudda Føroyar” tiltakinum. 

Her er mett nøgd av ruski:

  • Gjánoyri: 300 kg
  • Økið suður úr leguhúsinum í Nesvík til Náttúrulundina: 200 kg
  • Nesvík frá lívfiskastøðini og runt til strandalinjuna við leguhúsið: 200 kg
  • Nesvík strandalinjan norður úr lívfiskastøðini fínsortering: 767 kg
  • Náttúrulundin streymoyarmegin: 350 kg
  • Náttúrlundin Eysturoyarmegin: 250 kg

Ruddingin í Nesvík bleiv sortera eftir leistinum frá Rudda Føroyar. Fínsorteringin gav hetta úrslitið:

Togendar 64 kg            
Mátta 2 kg
Hart plastikk 14 kg            
Plastikk proppar 1 kg
Bleytt plastikk 6 kg              
Behaldarar, tape o.a 1 kg
Plastikfløskur 2 kg              
Plast streingir 1 kg
Flamingo 3 kg              
Drendúkur 2 kg
Sjóvøkstur 2 kg              
Ull 0.5 kg
Plátustubbar 1 kg              
Betongstubbar 1 kg
Plastrør aling 10 kg            
Gummipakningur 1.5 kg
Jarn 5 kg              
Fortøjningsboya 50 kg
Dekk við felgu 100 kg          
Træ 500 kg

Íalt 767 kg