Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.09.2026 21:59

Ruben heldur fram í Fuglafirði

Mynd: ÍF

ÍF skrivar:

Ruben Møller Nielsen hevur í kvøld longt sáttmálan við ÍF í tvey ár. Sterki miðvallarin kom til ÍF í 2023 og hevur síðani verið ein týdningarmikil partur av liðnum.

Fryntligi danskarin hevur ikki bara víst síni góðu evni á vøllinum, men er eisini vorðin ein væl umtóktur partur av felagsskapinum.

Ruben hevur higartil leikt 77 dystir og skorað 9 mál fyri besta liðið hjá ÍF.

Við nýggja sáttmálanum fer Ruben nú undir sítt 5. og 6. ár í ÍF-búnanum, og tað eru vit í Fuglafirði sera glað fyri!