Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.09.2026 12:36

RTS skal gera brimverjuna til vinnuøkið við Rætt á Toftum

Svend Lamhauge, arbeiðstøkuleiðari hjá RTS, Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, og Andrias Lamhauge, stjóri í RTS. Mynd: Nes kommuna

Nes kommuna

Fyrr í vikuni varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og RTS, sum skal laða 80 metrar av brimverju til  vinnuøkið við Rætt, sum er norðan fyri Saltsøluna á Toftum.

Tað var á býráðsfundi tann 31. august, at samtykt varð, eftir tilmæli frá Teknisku nevnd og Fíggjarnevndini, at taka av tilboðnum og fara í samráðingar við RTS um ein arbeiðstakarasáttmála.

Nú sáttmálin er undirskrivaður, er greitt, at arbeiðið við at laða brimverjuna byrjar beinanvegin og tekur áleið 3 mánaðir at gera. Tað er LBF, sum hevur ráðgeving og byggileiðslu.

Tað er stórur áhugi at gera nýtslu av vinnuøkinum, sum er áleið 10.000 fermetrar. Farið verður nú eisini undir at gera alt økið byggibúgvið við planering og leiðingum.

Fyri summarfrítíðina samtykti býráðið at geva trimum byggifyritøkum tilsøgn um at byggja høllir á økið.