Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.01.2024 22:41

Royndir leikarar longt við Víking

Víkingur boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við tríggjar royndar leikarar, sum allir hava verið leingi í felaganum.

Víkingur skrivar soleiðis:

Bergur Gregersen, Andreas Lava Olsen og Finnur Justinussen hava allir gjørt nýggjan sáttmálan við Víking.

Góð tíðindi í illveðrinum í kvøld!

Tað eru tríggir royndir leikarar, sum nú hava sett undirskrift á.

Vit kenna teir, tit kenna teir – Og vit gleðast um at teir halda fram.