IRF
Reinsitænastan hjá IRF byrjar í næstu viku at tøma rottangar í Syðrugøtu, Norðragøtu og við Gøtugjógv.
Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá monnum okkara, at rottangarnir eru klárir, tá teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.
Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan, og harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.
IRF heitir á fólk um at tryggja:
– at tangin er lættur at koma til
– at tað er grivið væl frá rundan um lokið
– at lokið er væl fest, men lætt at loysa
– at lokið er trygt og heilt
– at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt
Les meira her: https://irf.fo/…/rottangatoming-i-sydrugotu-nordragotu…/