Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.05.2023 15:24

Rørslu- og ruddingardagar í Eysturkommunu

Mynd: Eysturkommuna

Eysturkommuna skipar fyri rørslu- og ruddingardøgum í komandi viku frá týsdegnum 30. mai til hósdagin 1. juni.

Skráin fyri dagarnar verður fylgjandi:

𝐓𝐲́𝐬𝐝𝐚𝐠𝐮𝐫 𝟑𝟎 𝐦𝐚𝐢 𝐤𝐥. 𝟏𝟕:𝟎𝟎 – 𝐓𝐮́𝐫𝐮𝐫 𝐧𝐢ð𝐚𝐧 𝐚́ 𝐒𝐭øð𝐥𝐚𝐟𝐣𝐚𝐥𝐥 𝐯𝐢ð 𝐟𝐫𝐚́𝐬ø𝐠𝐮𝐟𝐨́𝐥𝐤𝐢

Frásøgufólk Hanus Jacobsen og Arni Petersen verða við á túrinum, har greitt verður frá ymiskum søguligum og hendingum, sum eru knýttar at Eysturkommunu.

Vit hittast uppi á Gøtueiði kl.: 17.00. Túrurin er rímiliga lættur og tekur uml. 2 tímar

𝐌𝐢𝐤𝐮𝐝𝐚𝐠𝐮𝐫 𝟑𝟏 𝐦𝐚𝐢 𝐤𝐥. 𝟏𝟔:𝟑𝟎 – 𝐑𝐮𝐝𝐝𝐢𝐧𝐠𝐚𝐫𝐝𝐚𝐠𝐮𝐫

Ruddingardagurin í ár verður skipaður heldur øðrvísi enn undanfarin ár. Vit skipa okkum soleiðis, at grannaløgini hvør sær rudda eitt felags øki.

Bygdirnar eru deildar upp í øki, ið síggjast á viðheftu kortunum og á heimasíðuni www.eysturkommuna.fo

Vit byrja kl. 16:30: Kommunan bjóðar sandwich og okkurt leskandi í grannaløgunum.

Hvørt grannalag hevur ein samskipara/kontaktpersón, ið útflýggjar posar og handskar.

Tá liðugt er at rudda uml. kl. 18:30 verður bjóðað til kaffi/the og okkurt søtt í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Eisini er, eins og undanfarin ár, møguleiki hjá hvørjum húski at ogna sær ein plantupakka.

𝐇𝐨́𝐬𝐝𝐚𝐠𝐮𝐫 𝟎𝟏 𝐣𝐮𝐧𝐢 𝐤𝐥. 𝟏𝟕:𝟎𝟎 – 𝐏𝐥𝐨𝐠𝐠𝐢𝐧𝐠

Sum nakað nýtt fara vit at skipa fyri plogging. Orðið ´Plogging´ er samansett av svenska ´plocka´ og ´jogging´. Tankin er at samantvinna rørslu og rudding. Hetta er eitt átak, sum byrjaði í Svøríki í 2016 og hevur síðan spreitt seg til fleiri onnur lond.

Byrjað verður við upphiting við fótbóltsvøllirnar í Leirvík og Norðragøtu kl. 17:00. Hvør rennari fær útflýggjað ein posa til burturkast.

Ætlanin at renna á støðum, sum eru løtt at renna og sum ikki eru beinleiðis partur av grannaløgunum, sum vit rudda mikudagin.