Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.06.2024 09:39

Roknskapurin hjá Eysturkommunu góðkendur

Eysturkommuna

Á býráðsfundi, 30. mai, varð roknskapurin hjá Eysturkommunu fyri 2023 góðkendur.

Árið 2023 hilnaðist væl. Inntøkurnar vóru 147 mió., sum er 15 mió. hægri enn árið fyri. Hetta hóast skattaprosentið lækkaði við 0,5% til 20,5%. Skattaprosentið fyri 2024 er aftur lækkað og er nú 19,9%. Inntøkumetingin fyri 2023 var 124,5 mió., og inntøkurnar vóru sostatt 22,5 mió. hægri enn mett.

Rakstrarútreiðslurnar vóru 108 mió. Hetta er ein vøkstur á 8 mió. í mun til 2022, men tó 600.000 kr. lægri enn mett. Í høvuðsheitum er orsøkin til hækkingina í mun til 2022 sáttmálabundnar lønir, og at játtanin til eldrasamstarvið Nánd er hækkað.

Rakstraravlopið í 2023 var 39 mió., sum er 23 mió. hægri enn mett.

Í 2023 gjørdi Eysturkommuna íløgur fyri 38 mió., har størsta íløgan var í nýggja barnagarðin við Gøtugjógv, sum varð tikin í nýtslu í august í fjør.

RLÚ-úrslitið (inntøkur – rakstrarútreiðslur og løguútreiðslur) var eitt hall á 1,4 mió. Í fíggjarætlanini fyri 2023 var roknað við einum halli á 39 mió., og er hetta sostatt 37,6 mió. betri enn væntað. Hetta kemst av, at ikki allar íløgur, sum ætlanin var at gera, vórðu gjørdar, og at inntøkurnar vóru hægri enn væntað.

Nettoskuldin við árslok 2023 var 44 mió., sum er 28% av eini álíkning.

Roknskapurin sæst her