Røðan hjá Dávur Juul, borgarstjóra, tann 31. januar 2025, tá ið Høgaberg kom á Fuglafjørð.
Góðan dagin, góðu fuglfirðingar
Eg vil vegna kommununa, bjóða reiðaríði, manning og tykkum øllum, sum eru møtt her í dag, hjartaliga vælkomin til henda stóra dag, nú vit taka ímóti nýggja Høgabergi, sum fyri løtu síðani kom á Fuglafjørð.
Tað er mær ein stórur heiður og ein gleði, sum borgarstjóri, at vera við til eina slíka løtu, at taka ímóti einum so stórbærum, vøkrum og nútíðar uppisjógvarskipi, sum á fyrsta sinni kemur til heimahavn sína: Fuglafjørð.
Dagurin í dag er ein stórur og søguligur dagur hjá felagnum Framherja, og ikki minnið fyri Fuglafjørð og okkum, sum búleikast her.
Skipara og manning verður ynskt hjartaliga tillukku við skipinum og vælkomnir heim við Høgabergi.
Seinasta summar, tá eg var stæddur í norður Jyllandi, mátti eg gera mær ein túr upp til Skagen, at hyggja eftir hesum flotta skipi.
Eg kundi ikki lata vera.
Eg visti gott tá, at har var ikki nógv at síggja uttan eitt byggipláss, men alskur mín til skip, gjørdi at eg fekk ikki hildið meg aftur.
Eg ringdi til Jógvan Ingvard, sum var fúsur at vísa okkum runt á skipinum, takk fyri tað.
Hettar var ein sera áhugaverd rundvísing, har ein sá nógv av tí, sum ikki sæst í dag, nú báturin er liðugur.
Hettar var ein túrur, sum eg ikki vildi verið fyri uttan.
Spennandi verður nú at koma umborð aftur og síggja lidna skipið.
Fyri viku síðani sóu vit á alnótini, nógvar sera vakrar myndir, sum Karsten Skibsværft legið út, av hesum stásiliga fari.
Í dag upprann so tann dagur, har hesin snotiligi nýbygningur “Høgaberg” kom á Fuglafjørð.
Ein vøkur og rørandi sjón.
Áðrenn Akraberg kom flaggskrýddur inn á Fuglafjørð, tann 18. aug. 2022, hevur verið langt ímillum, at vit fuglfirðingar hava sæð nýbygningar, við heimstaðarnavninum “Fuglafjørð”, málaðum á síðuni, tað hevur verið so mikið sjáldsamt, ja, sum at síggja lunda á jólanátt, sum tikið verður til.
Men við dirvi, áhaldni og góðum fólki, er nú styttri í millum hesar løtur og tað eru vit sera takksom og errin yvir.
Góðu tit bæði, Annfinn og Elisabeth og børnini, sum í dag ímynda og dríva felagið Framherja.
Tað hevur veri hugaligt at fylgt tykkara virksemi síðani tit komu til Fuglafjarðar við tykkara fyrsta Akrabergi, sum tit keyptu á tvingsilsuppboði 10. nov. 1994, t.v.s. fyri góðum 30 árum síðani, og sum fór sín fyrsta túr í febr 1995.
Eitt sum eg havi eygleitt við Annfinn og Elisabeth, og nú børnum teirra er, at har eru smá armsveiggj, áræði og trúgv uppá framtíðina, og tað eru góðir eginleikar at hava.
Tá tað miðskeiðis í 1990 árunum, ikki sá so ljóst út fyri framman, tóku tit bæði, Anfinn og Elisabeth, stór tøk, og trúðu uppá egin evnir og framtíðina.
Hettar vóru tíðir, tá ringt var at manna fiskiflotan, har ímillum eisini uppisjgvóarflotan, hettar vegna fiskaloysið lágir prísir, høgan oljuprís o.a.
Eg minnist væl, tá hesar manningar fingu lítið meira enn minstuløn.
Tilgongdin hjá Framherja til uppisjógvarvinnuna, kom í hesum tíðum, tá tit keyptu Jón Sigurðsson í 1998, sum tit høvdu fram til 2003, tá hann bleiv útskiftur við fyrsta Høgaberg, sum í dag eitur Hoyvík, Hesin bleiv seldur aftur í 2009.
Tað vóru mong í ristu uppá høvdi, tá tit keyptu Vesturvón í 2005, og ikki minnið, tá tit keyptu Fagraberg í 2006.
Tíðirnar vóru ikki tær bestu tá, men tit sóu ljósið fyri endan á tunnlinum, sum nógv onnur ikki sóu og tit trúðu uppá framtíðina og vildu byggja land.
Í dag síggja vit tað sáði, sum tit tá sáddu, við kønari kærleiks- hond, og hvat sáðið er vorðið til í dag.
Framherji er í dag eitt av fremstu feløgum í Føroyum, bæði á sjógvi og landi, hettar er at gleðast um, hjartaliga tillukku við tí og takk fyri tað.
Í dag eigur felagið Akraberg, Høgaberg, Fagraberg, Jógvan I og Stapan, og nú undan árskiftinum komu ísfiskatrolarnir Bakur og Falkur undir veingir tykkara og fingu mála heimstaðarnavnið “Fuglafjørð” á síðuna.
Hettar eru tveir av teimun bátunum, sum komu inn í flotan fyri okkara kæru Cubatrolara, sum fóru úr Fuglafirði í 1992-93.
Tá eg hoyrdi hettar, at teirra eftirkomara, komu aftur til Fuglafjørð og fingu “Fuglafjørð” málaðan á síðuna, kom eg at hugsa um orðini hjá Petur Knudsen sála, sum í 1980-90 árunum var virkisleiðari á Handils og Frystivirkinum.
Hesi orð segði hann við meg, tá Cubatrolarnir fóru út til Runavíkar.
“Dávur eitt skal eg siga tær, tað sum ferð úr eini bygd, kemur aftur”
Møguliga tá vóru hesi orð, nøkur troystar orð til mítt fuglafjarða hjarta, men nú eru teir aftur komnir. Sum ein segði “Teir eru komnir heim”
Um eitt gott ár kemur avloysarin hjá Fagrabergi, sum eisini hevur tænt felagnum sera væl.
Og um 2-3 ár kemur ein nýggjur frystitrolari til føroyaleiðina.
Hettar eru alt sólskins søgur og hugaligt at vera vitni til sum borgarstjóri og fuglfirðingur, tit eiga stórt rós fyri tykkara áræði.
Tit vilja síggja møguleikarnar heldur enn vandarnar í hesum ótryggu fiskivinnu nýskipanar tíðum.
Eg eri ómetaliga takksamur fyri tykkara framat rættaða áræði.
Grundsúlurnar undir Fuglafirði eru: “Vinna – Vitan – Mentan”
Felagið Framherji er ein stórur partur av hesum grund-súlum, við at vera eitt sera virki felag í kommununi, eitt felag sum vil verða í fremstu røð, bæði á sjógvi og landi.
Umframt skipini, er felagið eisini parteigari í millum annað Bergfrost og Pelagos, sum eisini geva nógv virksemi og ringvikningar til feløg og til okkum í búleikast her.
Tit gera íløgur í góðsku og framtíðar-tøkni við burðardyggum skipum, sum millum annað, hava grønar orku loysnir so sum “battarí-skipan”. Hesa skipan hava bæði tey nýggjastu skipini, hettar er at gleðast um og er ein gongd leið, tá tað kemur til burðardygd og framtíðar krøv.
Eg fegnist og gleðist um, at hjarta tykkara liggur í Fuglafirði og fuglfirðingum nærmast.
Um vit líta aftur í søguna, aftur til 1937, tá Jacob Haraldsen lat byggja fyrsta nýbygning til Fuglafjarðar, tann vælkenda Kyrjastein, so er hesin Høgaberg tann 10 í røðini av nýbygningum, yvir 15 tons, sum hava fingið heimstaðnavnið “Fuglafjørð”.
Undan hesum Høgabergi, er bara eitt annað nýbygt nótaskip skrásett í Fuglafirði, tað er Gøtunes, sum kom í 1974.
Gøtunes var 326 brutto tons, Høgaberg er 4.354 brutto tons, tað vil siga at hesin Høgaberg er 13 ferðir størri.
Og um eg minnist rætt, er hesin Høgaberg tann fjórði við navninum Høgaberg.
Áðrenn eg endi, vil eg lesa fyrsta og seinasta ørindi í eini yrking hjá Ismar Joensen sála.
Fyrsta ørindi yrkti hann í 1939 og tað seinasta 31 ár seinri í 1970
Millum vøkur fjøll
høg og brattlend øll,
móti Eysturoyar føgru eysturstrond
liggur bygdin, ið
eg um alla tíð
vil elska, er mær lagað lív og ond.
Seinasta ørindi sum hann yrkti 1970
Dagliga mong skip
føra góðan grip,
fisk og olju og mangt annað, til og frá.
Fjørðurin rætt navn
ber sum fiskihavn,
og gævi, at tað altíð sannast má.
Vegna Fuglafjarðar kommunu vil eg ynskja týkkum í reiðarínum, skip og manning hjartaliga tillukku við nýggja Høgabergi og Guds ríku signing við bøn um, at tykkum skal gangast væl og at eydnan fylgir tykkum.
Takk til Hornorkestrið og Sangkórið fyri tykkara trúfesti at ríka okkara hátíðar løtur við horntónum og kórsangi.
Takk fyri.