Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.04.2026 20:46

Roðaleikir í Bylgjuni (Myndarøð)

Í morgun kl. 10.00 byrjaðu Roðaleikir í Bylgjuni í Runavík. Uml. 100 luttakarar úr teimum trimum kommununum á Skálafjørðinum luttóku.

Hetta var ein dagur, har heimabúgvandi pensjónistar, ið búgva í teimum trimum kommununum, Nes, Sjóvar,- og Runavíkar kommunu sluppu at kappast ímóti hvørjum øðrum, samstundis sum at tey kundu hava tað stuttligt og verða virkin.

Í millum ítróttargreinarnar vóru m.a., at sláa seym, minnast ymisk ting, kasta og lofta – og stafett.

Myndir: Eysturoyarportalurin