Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.08.2023 15:41

Robert Sivertsen nýggjur stjóri í Sp/f Brúsá

Mynd: Robert Sivertsen (t.h.) nýggjur stjóri í Brúsá, meðan verandi stjóri Jákup Brúsá (t.v.) framyvir verður nevndarformaður í felagnum.

Tíðindaskriv

Spennandi broytingar eru fyri framman. Frá 1. september verður Robert Sivertsen nýggjur stjóri í Brúsá, meðan verandi stjóri Jákup Brúsá framyvir verður nevndarformaður í felagnum.

Vit hava seinastu 9 árini veitt ráðgeving og tænastur innan talgilda marknaðarførslu og samskifti til fleiri enn 100 fyritøkur, stovnar og felagskapir í Føroyum. Við hesum hava vit bygt okkum eina sterka støðu sum leiðandi serfrøðingar innan talgilda heimin.

Ferðin byrjaði í 2014, tá Jákup Brúsá setti felagið á stovn, men seinastu árini eru vit vaksin við fleiri starvsfólkum og einum størri netverki av fríyrkisfólki og samstarvsveitarum. Og ætlanirnar eru stórar um at hjálpa fyritøkum at vaksa, eisini út um landoddarnar, við einum sterkum talgildum amboðskassa.

Robert er 29 ára gamal og ikki óroyndur á økinum. Hann hevur bæði talgildar fingrar, góðan forrætningssans og eina heita persónligheit (alt týdningarmikið fyri at skapa sterk langtíðar sambond við okkara kundar, ið vit gjarna ynskja). Tað ger tað heldur ikki verri, at hann eisini hevur útbúgving og hollar royndir á økinum. Hann hevur eina bachelor innan International Sales & Marketing og hevur arbeitt við talgildari marknaðarførslu seinastu 5 árini bæði í Danmark og í Føroyum, eitt nú hjá Aarstiderne, Wired Relations og seinast sum marknaðar- og søluleiðari hjá føroysku KT-fyritøkuni Klintra.

Um Brúsá
Brúsá hevur tey seinastu árini veitt tænastur innan talgilda marknaðarførslu við øllum frá heimasíðum, nethandlum, marknaðarførslu á sosialum miðlum, leitimaskinum og ráðgeving annars. Felagið mennir áhaldandi útboðið av tænastum, og sum nakað nýtt verður farið undir at veita talgildar loysnir innan sølustýring og CRM.

Hevur tú spurningar ella tørvar tær hjálp? Ver vælkomin at venda tær til okkara til eitt óbindandi prát.