Runavíkar kommuna
Jón Kalman Stefánsson (f. 1963) er ein av virknastu prosahøvundum í Íslandi. Hann hevur fingið nógvar virðislønir fyri skaldskap sín, bæði í Íslandi og og í øðrum londum, og fleiri ferðir hevur hann verið tilnevndur til Bók¬mentavirðisløn Norður¬landaráðsins.
Sprotin hevur givið út hansara skaldsøgutríverk “Himmal og helviti”, “Harmur einglana” og “Hjarta mansins”, sum hjúnini Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs hava týtt til føroyskt.
Í fyrstu skaldsøguni verður lesarin drigin inn í lítla útróðrarbygd á Vestfjørðum fyri stívliga hundrað árum síðan, har treystir menn leggja til havs um dagarnar og berjast við sjálva náttúruna. Í frásøguni er ungur, navnleysur maður, ikki kallaður annað enn “drongurin”, og vinur hansara Bárður. Teir rógva út saman á einum seksæringi. Í skaldsøguni Harmur einglana eru drongurin og postmaðurin staddir í kavaroki millum bygdir – uppi á fjøllunum, har teir møta deyðanum. Í triðju og seinastu bókinini í tríverkinum býr drongurin heima hjá Geirtruð, eini stívrendari og treiskari kvinnu, ið má berjast fyri sjálvræði ímóti keypmonnunum í bygdini og øðrum máttmiklum monnum. Í bygdini snýr alt seg framvegis um fiskiskap, men eisini her ger tann nýggja tíðin vart við seg, telefonin kemur í bygdina, nýggj skip og nýggj hugskot.
Á skránni fyri tiltakið í Glyvra kirkju hóskvøldið 16. november kl. 20.00 fer borgarstjórin Torbjørn Jacobsen at bjóða vælkomin. Jón Kalman fer at lesa nøkur úrvald brot úr tríverkinum á íslendskum og Martin Næs fer síðani at lesa sama brot á føroyskum. Ímillum upplestrarnar fara Kári Sverrisson og Óli á Grindafløtti at framføra nøkur viðkomandi løg til høvið.
Tiltakið varir ein góðan tíma og er ókeypis.
Tað eru Sendistova Íslands í Føroyum og Runavíkar kommuna, sum í felag skipa fyri tiltakinum.