Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.09.2023 10:31

Ríkisveitingin skerd – minni vælferð

Mynd: Bárður á Steig Nielsen

Lesarabræv/ Bárður á Steig Nielsen

Samgongan legði fyri við at minka inntøkurnar við at skerja ríkisveitingina 250 mió. í hesum valskeiðnum, uttan at nakað er sett ístaðin.

Hetta kemur at merkjast, nú fyrsta fíggjarlógin hjá hesi samgonguni verður framløgd. Tað verða sparingar á vælferðarøkinum og eyka byrðar á vinnu og borgarar.

Sambandsflokkurin vil ikki skerja vælferðina, tí vilja vit altíð tryggja inntøkur, áðrenn vit vilja minka tær.

Skerdar inntøkur geva minni vælferð.

Bárður á Steig Nielsen

Formaður í Sambandsflokkinum