Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.09.2023 08:37

Reyði Krossur hevur landsinnsavning

Reyði Krossur

Leygardagin 2. september fara fleiri enn 500 sjálvboðin at ganga í húsini kring alt landið fyri at savna pening til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.

Vit vóna, at innsavnararnir verða væl móttiknir og heitt verður á tey, sum ætla at stuðla, um at hava reiðan pening tøkan. Við at lata nakrar krónur í bússuna hjá innsavnaranum kanst tú vera við til at hjálpa har neyðin er størst, bæði í Føroyum og úti í heimi.


Fyritøkur kunnu eisini stuðla
Fyritøkur, feløg, kommunur, stovnar o.tíl. eru eisini hjartaliga vælkomin at stuðla. Til ber at skráseta stuðulin á heimasíðuni, og fáa eina rokning senda. Fyritøkur og onnur, ið ynskja at vera sjónlig, kunnu skráseta tað á frymlinum, og navnið verður lýst á takkarsíðuni, sum verður almannakunngjørd, tá innsavnaði peningurin er taldur upp. Skráset her: redcross.fo/skraset-studul/