Mynd: Fuglafjarðar kommuna
So er aftur tíð at finna renniskógvarnar fram!
Hósdagin 1. september verður árligi rennidagurin í Fuglafjarðar skúla.
Allir næmingar møta til morgunsang í miðhøllini kl. 08.00.
10. flokkur skipar fyri upphiting í skúlagarðinum, áðrenn farið verður at renna.
Tá næmingarnir eru lidnir at renna, fáa tey sunkist og okkurt søtt undir góman.
Dagurin endar kl. 11.55, tá bussarnir koyra frá Mentanarhúsinum.
Heitt verður á bilførarar um at vísa serligt ansni hetta tíðarskeiðið.
Deil á Facebook