Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.06.2023 09:53

Regin Jacobsen – Allir føroyingar kunnu keypa partabrøv í Bakkafrost

Mynd: savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Hetta sigur Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost á Facebook vanga sínum.

Tað er í kjalarvørrinum av kjakinum seinastu tíðina og avgerðini hjá samgonguni at taka meira tøkugjald frá alivinnuni.

Regin Jacobsen sigur soleiðis: at Bakkafrost er skrásett á virðisbrævamarknaði merkir, at øll (les allir Føroyingar) hava møguleika at eiga Bakkafrost.

Um ein hevur áhuga at taka part av váganum at vera alari, og harvið eisini fáa møguligan vinning, ber til at keypa sær partabrøv.

Tað hava longu fleiri túsund føroyingar gjørt.

Tað er ikki felagið sjálvt, sum handlar partabrøv; men peningastovnar standa vanliga fyri slíkum virksemi.

Eingin virðisbrævamarknaður er í Føroyum – tí eru føroyskar fyritøkur skrásettar aðrastaðis; men tað broytir ikki uppruna felagsins, sum er fult føroyskur.