Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.08.2022 15:48

“Rallykoyring” verður á Bilafestivalinum

Nakrir útvaldir sleppa at hugna sær við “spoling og drifting” á keiøkinum á Toftum, nú Bilafestivalur verður hildin á øðrum sinni um vikuskiftið.

Tá Bilafestivalurin fer av bakkastokki fyri bert aðru ferð nú leygardagin, verður nakað nýtt at síggja – í øllum førum nýtt í føroyskum høpi. Eitt av tiltøkunum, ið festivalfyrireikararnir hava sett á skrá, eitur ”Spoling og drifting á keiini”, ella sum onkur á Facebook síðuni í Føroyum kallaði tað: Fyrsta rallykoyring í Føroyum.

So ógvisligt verður tað kortini heldur ikki, sigur Ian Dam Jacobsen, fyrireikari handan bilafestivalin, og tað verður ivaleyst heldur ikki ein og hvør, ið sleppur framat.

– Vit hava eina rættiliga góða hóming yvir, hvør tað er, sum skal koyra, so tað er ikki bara ein og hvør, sigur Ian Dam Jacobsen.

Ian Dam Jacobsen leggur aftrat, at løgreglan hevur gjørt teimum greitt, at løgreglan blandar seg ikki uppí, hvat gongur fyri seg á einum avbyrgdum øki, og bíðað verður nú eftir, hvørji krøv sløkkiliðið og sjúkrabilarnir hava, tí tað skal vera lætt hjá teimum at sleppa framat – skuldi í ringasta føri okkurt gingið galið.

Økið sjálvt, ið er eitt stað millum 50x50m og 70x70m til støddar, verður byrgt av við fiskakassum, og áskoðararnir standa síðani nakrar metrar omanfyri á einum veggi.

Fyrireikingarnar til Bilafestival ganga annars framá, og í dag verður farið undir at seta tjøldini upp, ið skulu húsa bilasølunum, matsøluni og øðrum.

Bilafestivalurin varð fyri fyrstu ferð hildin í fjør, og móttøkan var heilt óvæntað.

– Vit høvdu roknað við eini 2000 gestum, men har vóru millum 12000 og 15000 gestir. Maturin varð uppi beinanvegin, tí har vóru so nógv fólk, ið vit máttu fáa nógvar eksternar matveitarar aftrat. Men nú eru vit betri fyrireikaðir í ár, sigur Ian Dam Jacobsen.

Bilafestivalurin verður hildin á Toftum leygardagin og sunnudagin.