Mynd: ÍF
ÍF boðar frá í kvøld
Nýklakti timburmaðurin tekur eitt tørna afturat.
Vit kunnu við gleði boða frá, at Pól Jákup Lundsbjerg, hevur skrivað undir sáttmálað fyri komandi ár.
Hóast bara 22 ára gamal, kann sigast, at Pól Jákup hevur nógvar royndir á okkara besta liði. Sambært faroesoccer, so er hann skrásettur at hava leikt 39 dystir í Betri deildini.
Vit kenna hann øll sum ein stíðsmann, ið ikki smæðist burtur.
Vit vilja ynskja Pól Jákupi hjartaliga tilukku við bæði føðingardegnum (føddur 22.12) og sáttmálanum, og allarbestur eydnu komandi ár.
