Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.09.2023 09:09

Petur tapti fyri oddaliðnum

Savnsmynd (Mynd: El Paso Locomotive)

El Paso Locomotive og Petur Knudsen taptu leygarkvøldið, frammanfyri 11,569 áskoðarum á Heart Health Park, 1-0 á oddaliðnum Sacramento Republic FC.

Petur byrjaði inni fyri El Paso Locomotive, men var skiftur út eftir 67. minuttum.

Tapið ber í sær, at El Paso Locomotive dettur niður á 9. pláss og út úr play-off.

Næsta uppgáva hjá El Paso Locomotive er leygardagin 23. september á heimavølli móti Phoenix Rising FC.

Tað eru bert 5 dystir eftir at leika í hesum kappingarárrinum hjá Petur og liðfelagunum.