Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.05.2023 19:21

Petur skoraði og misti viti – Vónin livir enn í Lyngby

Mynd: Petur leggur Lyngby á odda 1-0 (Lyngby Boldklub)

Tað var ein “alt ella einki” dystur fyri Lyngby BK í dag, tá ið teir tóku ímóti AaB í einum sokallaðum botngysara. Lyngby vóru noyddir at vinna dystin um teir skuldu hava nakra vón um at halda sær í bestu deildini.

Og tað eydnaðist eisini Lyngby at vinna dystin 2-1. Tað var runavíkingurin og fyrrvernandi NSÍ´arin, Petur Knudsen, sum við einum góðum skotið legði heimaliðið á odda 1-0. AaB javnaði beint fyri hálvleik. Men longu í fyrsta minutti í seinna hálvleiki skoraði Lyngby, sum eisini skuldi vísa seg at vera sigursmálið. Sostatt eru nú trý lið ájøvn – teir eru Lyngby, AaB og AC Horsens við 27 stigum nú bert eitt umfarð er eftir at leika.

Tíðanverri var Petur noyddur at verða skiftur út í steðginum, eftir at hann fekk ein skaða í høvdið beint áðrenn hálvleik.

Petur sigur í stuttari viðmerking til Eysturoyrarportalin, at hann fekk eitt slag í høvdið og misti minnið í eini 30-45 minuttir. Nú fer hann at síggja í morgin hvussu ringt tað er.

Komandi uppgáva hjá Petur og Lyngby er á heimavølli 3. juni ímóti júst AC Horsens.