Runavíkingurin, Petur Knudsen, sum fyrr í ár valdi at royna fótbóltseydnuna í býnum EL Paso í USA, fekk í gjár sína almennu debut.
Hann hevur nú í nakrar vikur bíða eftir neyðugu loyvinum, fyri at kunnu spæla. Og fyrr í vikunu komu so øll loyvini uppá pláss. Og í gjár fekk hann so sínar fyrstu almennu minuttir í USL Championship fyri nýggja felag sítt EL Paso Locomotive, tá ið hann var innskiftur í seinna hálvleiki, tá gott hálvur tími var eftir, móti Orange County SC.
Dysturin endaði 0-0.
Hæddarpunkt kunnu síggjast av dystinum her
Komandi uppgáva hjá Petur og hinum í El Paso Locomotive er komandi mikudag 13. september tá teir skulu møta Las Vegas Lights FC á útivølli.
