Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.09.2026 18:07

Petö-endurvenjingarskeið 2026

Tíðindaskriv

Heystskeiðið í 2026 verður í viku 41, 42 og 43 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Endurvenjingarskeiðið er fyri børn, við CP og øðrum kropsligum avbjóðingum, í aldrinum 0 til 14 ár.

Endamálið er, at børn í hesum málbólki fáa møguleika at venja intensivt í 3 vikur fyri at betra um ella viðlíkahalda teirra funktiónsstøði.

Treytin fyri luttøku er, at barnið hevur CP ella aðrar kropsligar avbjóðingar, og er ávíst av barnalækna. 

Venjingarnar eru 2 tímar um dagin, 5 dagar um vikuna, í 3 vikur.

Neyðugt er, at foreldur/stuðul er við til venjingarnar. Ynskiligt er at tey, ið eru um barnið dagliga, bæði frá stovni og heimi, kunnu verða við til vegleiðing í venjingum, sum barnið eftirfylgjandi kann gera dagliga.

Venjingarnar eru skipaðar í bólkum og er tí neyðugt, at børnini megna at arbeiða í bólki. 

Á venjingarskeiðnum verður atlit tikið til einstaka barnið og miðað verður ímóti, at børnini á ein stuttligan hátt við sangi, spæli og rørslum, kunnu betra um teirra rørslutarn.

Tilmeldingarfreistin er 07. sept. 2026.

Hjartaliga vælkomin at ringja 404668 ella 235467 um ivamál eru.