Sjóvar kommuna
Sunnudagin í góðveðrinum var Pensjónistafelagið í Sjóvar søkn ein avbera góðan túr vesturi í Vágum. Vóru í kirkju í Sandavági, har Inga Poulsen prædikaði.
Fóru síðani til Bíggjar, har Helga Nordendahl tók ímóti í Pakkhúsinum. Hon og maðurin høvdu borðreitt við frálíka góðum mati.
Túrurin endaði á Krígssavninum, har Karl Jóhan Nielsen greiddi frá. Serliga áhugaverd var frásøgnin um sorgarleikin, tá Tór 2 varð torpederaður.

