Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.08.2023 22:16

Pecha Kucha tiltak í Løkshøll

Løkshøll

Mikukvøldið 6. september verður eitt serligt Pecha Kucha tiltak, tí hesaferð vera vit nevnliga í Løkshøll í Runavík.

Høvuðsyvirskriftin til hetta Pecha Kucha kvøldið er gransking. Seks granskarar fara at gloppa dyrnar inn til teirra gransking og geva áhoyrarunum lut í tí, tey dagliga undrast um og finna svar uppá.

Vit fara eisini at hava tríggjar aðrar framløgur, ið ávíkavist taka støði í lokaløkinum og fólki ástaðnum. 

Tiltakið byrjar kl. 20.20, men dyrnar lata longu upp kl. 20.00, og kostnaðurin er 20 kr. Í steðginum ber til at keypa sær okkurt leskiligt í kantinuni.

Øll eru hjartaliga vælkomin.