Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.07.2023 11:21

Paul Watson og John De Paul De Joria aftur komin innum 12 fjórðingar – Grindaboð í Sandavági

Mynd: Eysturoyarportalurin

Nú er báturin hjá Paul Watson, John De Paul De Joria, komin innum 12 fjórðingar, nú grindaboð er í Sandavági og tískil aftur brotið forboðið, sum var álagt teimum av Landsstýrismanninum Høgna Hoydal fyri nøkrum vikum síðani.

Men miðilin jn.fo veit at siga, at grindin verður merkt, og tískil ikki verður hildin til. Nakað sum tey umborð á John De Paul De Joria nokk ikki hava fingið við.

Áhugavert verður nú at síggja, hvat løgreglan ger við støðuna sum nú er uppstaðin.

Skíggjamynd: Fishfacts