Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.06.2026 17:24

Partalagsfundur millum Føroyar og USA hildin í Tórshavn

Mynd: Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Umboð fyri landsstýrið og amerikonsku stjórnina hava 4. juni havt fund í Tórshavn sambært partalagsyvirlýsingini, ið varð undirritað í 2020.

Varaundiruttanríkisráðfrú í amerikanska uttanríkisráðnum við ábyrgd av evropeiskum og evrasiatiskum viðurskiftum, Kelly Billingsley, og stjórin fyri Uttanríkistænastuna, Jóannes V. Hansen, leiddu fundin, sum m.a. snúði seg um altjóða raðfestingar og mál av sínámillum áhuga so sum orku og tilfeingi, handilsviðurskifti, talgilding og tilbúgving.

Báðir partar fegnast um framhaldandi áhugan at styrkja sambandið partanna millum, sum førir við sær fleiri búskaparligar møguleikar og økt samstarv innan felags áhugamál fyri bæði Føroyar og USA.