Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.02.2024 12:08

Parasport Føroyar: badmintonvenjing fyri børn í høllini á Kambsdali

Mynd: Parasport Føroyar

Parasport Føroyar

Parasport Føroyar skipar fyri badmintonvenjing fyri børn við kropsligum avbjóðingum í høllini á Kambsdali. 

Tað eru venjararnir, Guðrun Jacobsen og Vilhelm Clementsen, ið takað sær av venjingini. 

Venjingin verður kallað “Markleys Badminton“. Markleys er eitt orðaspæl, ið skal vísa á at vit ikki mugu seta mørk á okkum sjálvi, hóast vit kunnu hava kropsligar avbjóðingar. 

Markleys-átakið leggur serligan dent á rekrutering, menning og at føra børn og ung við kropsligum avbjóðingum (í aldrinum 7-15 ár), út í nærliggjandi ítróttarfeløg.

Markleys er ikki eitt vanligt para-venjingartilboð, men eitt rekruterings- og menningartilboð.

Markleys leggur stóran dent á felagsskap, menning og stuttleika. Hvussu dugnaligur ein ynskir at blíva er upp til ein sjálvan, venjararnir í Markleys, tillaga venjingina til hvønn íðkara. Um ein ynskir at fara allan vegin og gera úrvalsítrótt, skal hetta eisini vera ein møguleiki, men einki krav.

Um ein ynskir at luttaka til kappingar, so vera hesir bólkar brúktir:

1) Koyristól 1 (WH1) – Íðkarin situr í koyristóli, hevur brek í báðum beinum og miðjuni.

2) Koyristól 2 (WH2) – Íðkarin situr í koyristóli, hevur brek í øðrum beininum og ikki í miðjuni.

3) Standandi 1 (SL3) – Íðkarin stendur, brek í øðrum ella báðum beinum og ringan javnvág.

4) Standandi 2 (SL4) – Íðkarin stendur, smærri brek í beinunum og góðan javnvág.

5) Standandi 3 (SU5) – Íðkarin stendur, brek í øðrum ella báðum ørmum.

6) Vakstrartarn (SH6) – Íðkarin hevur brek ið ávirkar vøksturin.

Mannagongdin hjá Markleys:

1) Børn og ung við virkistarni, koma at royna Markleys-badminton, har

dugnaligir venjarar vísa á hvussu ein kann íðka, við sínum virkistarni.

2) Børnini og tey ungu ganga til Markleys-venjing, her mennast tey, byggja

sær eitt sjálvsálit, og gerast dugnaligari til badminton.

3) Tá børnini og tey ungu eru klár, gerast tey partur av venjingini hjá einum

ítróttafelagið í nærumhvørvinum.

4) Børnini og tey ungu gerast ein partur av ítróttafelagskapinum hjá

Markleys OG hjá ítróttafelagnum. Tann vanliga venjingin fyrigongur hjá

ítróttafelagnum, meðan Markleys skipar fyri felagstiltøkum.

Vant verður annanhvønn mikudag klokkan 17.30-18.30 í høllini á Kambsdali.