Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.02.2023 14:16

P/f Framherji keypt Jupiter

Mynd: Jupiter (savnsmynd)

Miðilin JN.fo veit at siga, at P/f Framherji í Fuglafirið hevur keypt Jupiter at avloysa uppsjóvarskipið Høgaberg.

Anfinn Olsen reiðari á Høgaberg sigur við JN.fo, at teir hava keypt Jupiter til at avloysa Høgaberg, sum er seldur.

P/f Framherji, skal tí hava nýtt skip fyri Høgaberg, og inntil tað er klárt, so verður tað Jupiter sum skal fiska.

Uppsjóvarskipið Høgaberg gjørdist ein partur av flotanum hjá P/f Framherja í 2017.