Leygardagin tann 16. mai verður Orku- og umhvørvisdagurin aftur í Fuglafirði. Hetta er ein dagur fyri ØLL í Fuglafjarðar kommunu (onnur eru eisini hjartaliga vælkomin), har vit seta fokus á grønu kósina í ein dag. Tvey fokusøki eru sett á skinnarar í ár: Ruddingarátak og upplating av nýggja Umhvørvisplássinum á Kambsdali.
Vónandi møta nógv fólk upp til ruddingarátakið, so vit saman kunnu fáa bygdirnar at skína til summarið.
SKRÁ
9.00 Ókeypis morgunmatur í Mentanarhúsinum og í Bønhúsinum á Hellunum
9.30 Ruddingin verður skipað í býlingar og sett í gongd av røsku skótunum í Fuglafirði
– Ítróttafeløgini í Fuglafirði luttaka til ruddingina
– Kavarar rudda botnin í bátahylinum (tilmelding fer fram við at ringja til brandmeistaran, Jan Lauritsen á tel 239112)
11.30 BASALT vísa fram og selja ymiskt grønt á Torginum omanfyri Mentanarhúsið
11.45 Ruddingin er liðug
12.00 Ókeypis suppa, saft, kaffi og te í Mentanarhúsinum og í Bønhúsinum á Hellunum
14.00 Umhvørvisplássið á Kambsdali letur upp
– Setanarrøðari: Eivin S. Breiðaskarð, formaður í Orku- og umhvørvisnevndini í Fuglafjarðar kommunu
– Thomas Lambastein ber fram røðu
– Jens Marni Hansen spælir nøkur løg
– Umhvørvisplássið á Kambsdali letur upp
– Skótarnir bjóða kaffi, te og sunkist
18.00 Umhvørvisplássið á Kambsdali letur aftur og dagurin endar
Orku- og umhvørvisnevndin hjá Fuglafjarðar kommunu hevur tikið stig til hendan dagin, sum er afturvendandi á hvørjum ári og verður fíggjaður av Fuglafjarðar kommunu

