Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.06.2023 13:29

Organistfelagið havt aðalfund

Mynd: Organistfelagið

Tíðindaskriv

Týskvøldið 20. Juni helt Organistfelagið aðalfund í Fuglajarðar kirkju.

Organistfelagið varð stovnað í 2002 og tí var hetta aðalfundur nr. 20 hjá felagnum.

Nakrar av høvuðsuppgávunum hjá Organistfelagnum eru m.a. at:

  • At tryggja neyðugu tilgongdina til organiststarvið, so allar kirkjur hava organist til sínar tænastur.
  • At virka fyri góðum fíggjarligum og karmum hjá organistum
  • At menna verandi organistundirvísing og útbúgving organistútbúgving her á landi.
  • At menna kirkjutónleik yvirhøvur í føroysku kirkjunum.
  • At vera stuðulsfelag fyri organistar

Organistfelagið skipar javnan fyri skeiðum í orgulspæli, og kemur í heyst ætlandi eisini at skipa fyri eini ráðstevnu um organistfakið og leiklutin hjá organistum í fólkakirkjuni. Felagið leggur eisini kunning um sítt virksemi og orgulfakið út á www.orgul.fo

Verandi nevnd varð afturvald á aðalfundinum, og hevur hesa samanseting:

Símun Hammer, organistur í Gøtu kirkju – formaður

Albert Pæturson, 1. organistur í Hoyvíkar kirkju – skrivari

Óli Nicodemussen, organistur í Ebenezer – nevndarlimur

Jóhanna Johannesen, organistur í Christianskirkjuni – nevndarlimur

Arni Petersen, organistur í Gøtu og Leirvík – eykalimur

Anita Ellendersen, organistur í Hoyvík – eykalimur

——————