Seinasta døgnið hevur eitt ávíst rumbul hevur tikið seg upp millum føroysku fótbóltsfeløguni og Fótbóltssamband Føroya. Hetta hevur eisini onkur miðil longu verið úti og skriva um.
Sum skilst, so snýr málið seg í høvuðsheitum um kappingarleistin, sum FSF ætlar skal verða galdandi komandi kappingarár. Ein kappingarleistur, sum skal líkjast nakað tí íslendska, við at kappingin einaferð verður deild í tvey, við kapping um niðurflyting, um meistarheitið og UEFA pláss.
Tó eru onnur mál eisini, sum feløgini eru sera missnøgd um.
Keldan, sum Eysturoyarportalurin hevur tosa við, og sum er innalaga í einum av feløgunum sigur, at eitt stórt fleirtal av føroysku feløgunum vilja ikki vita av nýggja kappingarleistinum sum FSF hevur skotið upp til komandi ár.
Tískil er eisini er eitt skriv sent til FSF við boðunum um, at skrottað hendan nýggja kappingarleistin beinanvegin. Og vónar føroysku feløguni við skrivinum, at FSF og starvsnevndin tekur teirra niðurstøðu til eftirtektar.
Deil á Facebook