Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.01.2024 13:20

Onkrir vindskaðar í dag

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Tað er sera nógvur vindur í dag. Ættin liggur millum útsynning og sunnan og hvirlurin hava verið omanfyri 40 m/s har sum ættin er ringast.

Eysturoyarportalrin hevur tosa við átaksleiðarin hjá Sløkkiliðinum í Eysturkommunu, sum upplýsir, at nakrir smávegis vindskaðar hava verið, t.d. eru onkrar vindskeiðir og klædningar loysnaðir.

Eisini hevur nakað av arbeiði verið við at surrað nakað av byggitilfarið, sum hevur ligið leyst og soleiðis eisini fyribyrgt at ikki nakar skaðið stendst av tí.

Átaksleiðarin biður annars fólk um at taka alt leyst upp rundan um húsini hjá sær, nú veðruforsognir sigur framhaldandi storm og ódn komandi dagarnar.