Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.07.2023 18:56

Ólavsøkuframsýning við Sigrun Gunnarsdóttur og Astri Luihn í Smiðjuni í Lítluvík 

Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan kl. 16 í Smiðjuni í Lítluvík. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, setur framsýningina, og Petra Iversen syngur. 

Sigrun og Astri verða sjálvar til staðar allar dagarnar. 

Framsýningin er opin: 28/7 kl. 16-19, og 29/7 og 30/7 kl. 14-19

Tær báðar eru millum okkara fremstu listafólk og hava havt framsýningar saman í mong ár runt um í verðini, m.a. í USA, Japan, Norðurlondum, Eysturríki og Týsklandi. 

Sigrun Gunnarsdóttir hevur útbúgving frá Kunstakademinum í Keypmannahavn. Hon er fødd og uppvaksin á Eiði. 

Astri Luihn hevur útbúgving sum tónleikari og tónleikafrøðingur frá Konservatoriinum og Universitetinum í Oslo, har hon er fødd og uppvaksin. Hon hevur búð í Føroyum í meira enn 50 ár.

Astri og Sigrun hava havt stórar prýðisuppgávur, bæði almennar og privatar.