Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.02.2023 18:57

Ókeypis ráðstevnufundur í Løkshøll mikukvøldið

SAMGONGUSKJALIРOG SAMFELAGIР

Mynd: Løkshøll

Runavíkar kommuna bjóðar til ókeypis ráðstevnufund í Løkshøll mikukvøldið 15. februar kl. 19.00 – 21.30. Ein kaffimunnur verður at fáa frá kl. 18.30. Melda til á www.loksholl.fo.
Endamálið við hesum fundinum er at seta samgonguskjalið undir lupp, soleiðis, at partarnir, sum onkurvegna verða ávirkaðir av ætlaða politikkinum, sleppa til orðanna, og at landsstýrið/samgongan í mun til hetta fær greitt frá sínum ætlanum.

Fundurin er ikki ein fundur um partapolitikk, hetta er ein fundur, sum tekur støði í einum samgonguskjali og teimum áhugamálum í samfelagnum, sum á ymsan hátt verða ávirkað av væntaða politikkinum tey næstu árini.

SKRÁ

19:00 – 19:10    Borgarstjórin bjóðar vælkomin.

19:10 – 19:25    Løgmaður greiðir frá ætlanum samgongunar.
19:25 – 19:40    Jón Sigurdson, FAG, greiðir frá arbeiðsgevara sjónarmiðum.
19:40 – 19:55    Sonja Jógvansdóttir, Samtak, greiðir frá teirra sjónarmiðum.
19:55 – 20:10    Hans Kári Vang, KF, – fíggjarligar avleiðingar fyri kommunala geiran.

20:10 – 20:25    Magni Laksafoss ger búskaparligar metingar um samgonguskjalið.

20:25 – 21:15    Pallborð sum tekur støði í samgonguskjalinum og framløgunum.

Í pallborðinum sita:

    Løgmaður – Aksel V. Johannesen.
    Høgni Hoydal, landsstýrismaður m.a. í vinnumálum.
    Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
    Regin Jacobsen, stjóri, Bakkafrost.
    Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.
    Tórbjørn Jacobsen, formaður í KF.

Fundarstjóri: Ben Arabo

ES: Eftir fundarlok syngja vit tjóðsangin.

Vælkomin á ráðstevnufund