Klokkan var farin nakað av miðnátt, tá ið Íbúgvar á øllum Skálafjørðinum vóru vaktir við kaldan dreym av einum sera hørðum alarmi. Eisini fólk av Nesi og Toftum hoyrdu hetta ógvusliga ljóðið.
Eitt sera hart og áhaldandi ljóð, sum vardi í gott 20 minuttir ella har á leið.
Hvaðani ljóðið ella alarmurin kom frá var ikki staðfest beinanvegin. Men sum skilst, so kom tað frá Gøtunes, sum liggur við bryggji í Runavík.
Upplýst verður fyri Eysturoyarportalinum, at tað var floytan á Gøtunes sum av onkrari tekniskari orsøk fór frá, men at einki álvarsligt var á vásið.