Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.05.2023 06:01

Ódnartøk í Norðragøtu leygardagin

Mynd: RSF

Ódnartøk verður leygardagin 20. mai í Norðragøtu. Ongantíð áður hava kappingar verið í kappróðri í Eysturkommunu, og tí er talan um ein søguligan dag.

Ódnartøk byrjar kl. 13.00 leygardagin.

Róð verður frá grótkastinum og inn eftir víkini. Bátarnir verða flotaðir við dráttin, har kappróðrarneystið er, og har fáa bátarnir eisini tølini. Bátarnir verða tiknir upp aftur við dráttin í bátahylinum. (Sí mynd)

Kappróðrarfelagið Tindur bjóðar ókeypis kaffi og kaku á kaiini. Tá ið róðrarnir eru avgreiddir, verður heiðursmerkjahandan við kappróðrarneystið.