Eysturkommuna
Leygardagin 4. mai skipaði Róðrarsamband Føroya fyri Ódnartøkum í Norðragøtu. Veðrið var gott, sólin var frammi tað mesta av tíðini og nógv fólk vóru at síggja á kaiini. Ódnartøk verður komandi tvey vikuskiftini hildið ávikavist í Runavík og í Miðvági, áðrenn stevnurnar og kappróðurin av álvara byrja í juni.
Úrslitini frá róðrinum leygardagin eru at síggja á heimasíðuni hjá RSF.
Myndirnar hevur Jan Herman Hansen tikið
Deil á Facebook