Komandi dagarnir, serliga mikudagin, verður sera ringt veður, tá ið veðurstovurnar siga frá nógvum vindi, við hvirlum upp í ódnarstyrki.
Eysturkommuna og Sløkkiliðið í Eysturkommunu heitir tískil staðiliga á allar sínar borgarar um, at fáa allar leysar lutir, sum liggja leysur annað hvørt inn ella binda hesi niður í eitt hvørt, sum ikki ferð á flog, so tað ikki verður til ampa og skaða í bygdinum.
Um tað eru fólk í kommununi sum ikki megna sjálvi at tryggja/binda leysar lutir, so kunnu tey venda sær til átaksleiðarin á tlf 730112.
Deil á Facebook