Eiðis kommuna
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
(Keldur: Úr Eiðis Søgu, FF Blaðið)
Í samband við minningardag teirra sjólætnu verður í hesi grein sagt frá um vanlukkuna tá 8-mannafarið Nesbáturin gekk burtur.
Vit eru í mars mánaði 1883. Føroyski búskapurin stendur í vøkstri, og slupptíðin er av álvara við at taka dik á seg, eftir at sluppin Fox varð keypt úr Scarborough 11 ár frammanundan. Á Eiði búgva áleið 500 fólk, og bygdin telist millum tær allar størstu í landinum. Nýggja kirkjan stóð liðug í 1881 og stendur sum ein skínandi katedralur mitt í landnámsbygdini.
Í 1883 høvdu eiðismenn verið í Havn hjá einum harra, ið nevndist Dia á Vertshúsinum. Frá honum høvdu teir keypt segl. Talan var um eitt sneitt segl, og var Nesbáturin tann fyrsti báturin á Eiði, ið nýtti slíkt segl.
Týsdagin 20. mars royndi Nesbáturin hetta nýggja seglið á fyrsta sinni, og túrurin var væleydnaður. Avgjørt var tí at fara til útróðrar dagin eftir, mikudagin 21. mars, skírisaftan.
Henda feigdardagin er óvist, júst hvat hendi Nesbátinum. Veðrið hevði verið gott, men landnyrðingur var í ættini, og hetta hevði ælingar við sær. Í samrøðu við FF-blaðið segði Símun Jóhan Wolles frá, at helst er báturin gingin burtur í broddinum á einum ringum æli.
Óvist er, hvat hendi teimum átta monnunum umborð á Nesbátinum, men heima sótu einkjur og børn.
Henda vanlukkan var við til at seta sjóneykuna á stóra tørvin hjá teimum, ið sótu eftir. Stutt eftir vanlukkuna varð eitt felag sett á stovn, nevnt Den gjensidige Forsikringsforening for Forulykkedes Efterladte paa Færøerne.
Teir átta menninir, ið fórust við Nesbátinum, vóru hesir: Johannes Elieser Højsted, 41 ára gamal, Eiði; Jacob Højsted, 19 ára gamal, Eiði; Joen Joensen, 20 ára gamal, Eiði; Jørgen Mørkøre, 40 ára gamal, Eiði; Joen Joensen, 40 ára gamal, Eiði; Poul Joensen, 47 ára gamal, Eiði; Daniel Lysedal, 19 ára gamal, Eiði; og Laurits Debes Abrahamsen, 29 ára gamal, Mykines.
Líkini vóru ongantíð funnin.