Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.05.2023 10:30

Nýtt umhvørvisvinarligt graslíkið uppi á Brekkum í Leirvík

Mynd: Eysturkommuna

Eysturkommuna

Býráðið í Eysturkommunu hevur á býráðsfundi samtykt at taka av tilboði frá Føroya Møblasølu uppá nýtt graslíkið til vøllin uppi á Brekkum í Leirvík.

Talan er um sama slag vøll sum Eysturkommuna legði á í Sarpugerði í 2021, og talan er um graslíki, við umhvørvisvinarligari ífyllu.  

Arbeiði at taka vøllin av byrjar í næstum, og eftir ætlan verður nýggja graslíki lagt á longu 21 juni. Arbeiði væntast at taka tvær vikur, og verður sostatt klárt at spæla og venja aftur fyrst í Juli.

Borgarstjórin sigur í stuttari viðmerking:

“Royndirnar við graslíkinum frá Føroya Møblasølu hava verið sera góðar, og afturmeldingin fyri nýggja graslíki í Sarpugerði hevur verið positiv. Serliga frá fótbóltsfelagnum í kommununi, Víkingi. Vit vóna at ungdómurin og tey ið nýta vøllin annars, verða eins glað fyri nýggja graslíki og tann í Sarpugerði.”
“Tað at talan er um eina umhvørisvinarliga loysn, er eisini í tráð við hugsjónina hjá Eysturkommunu um støðugt at arbeiða fyri at verða meira umhvørvisvinarlig”