Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.01.2024 09:30

Nýtt lag – Berlin24

Nýtt lag frá Petur Háberg Jacobsen, nú hondbóltslandsliðið er í Berlin til EM endaspælið.

Orð og lag: Petur Háberg Jacobsen

Ljóðføri og framleiðsla: Niclas Johannesen

1.

Hvat er her, sum hendir, hvat er tað, ið sker?

Í hvítum reyðum og bláum alt er.

Her er nógv lív og lagið er gott,

Merkið tað veittrar stolt á húnar hátt.

Niðurlag:

Eitt skapandi lið, ið vit fylgjast við,

ein serlig sál ein kraft sum stál

teir kunnu megna tað, vit droyma um í dag,

so serstakt eitt Føroyskt lið, vit halda við

2.

Kroppurin fyllist við adrenalin.

Løtan er spent,

her leikar á í Berlin,

kom koyr á nú Føroyar,

kom rópið nú við, vit standa saman um eitt sterkt føroyskt lið.