Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.09.2026 17:38

Nýtt áhugafelag fyri metalfinnarar og fornfrøði stovnað

Mynd: FORN - Føroya Metalfinnara- og Fornfrøðifelag

Tíðindaskriv/FORN – Føroya Metalfinnara- og Fornfrøðifelag

Føroya Metalfinnara- og Fornfrøðifelag er nú stovnað. Stovnandi aðalfundurin varð hildin við góðari uppmøting, og áhugin fyri nýggja felagnum hevur verið stórur.

Endamálið hjá felagnum er at savna og umboða metalfinnarar og onnur við áhuga fyri fornfrøði í Føroyum.

Felagið skal millum annað virka fyri øktum kunnleika um føroyska søgu og mentanararv, ábyrgdarfullari leiting og skráseting av fundum og einum góðum samstarvi við søvn, myndugleikar, jarðareigarar og onnur viðkomandi.

Á stovnandi aðalfundinum vórðu viðtøkurnar viðgjørdar og samtyktar við nøkrum broytingum. Ein fimm manna nevnd og tveir tiltakslimir vórðu vald. Eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis:

• Formaður: Jan Hammer Egholm

• Næstformaður: Jón í Soylu

• Skrivari: Charles S. Olsen

• Kassameistari: Karstin Zachariassen

• Nevndarlimur: Aksel Á Botni

• Tiltakslimir: Rannvá Lómstein Zachariassen og Karlot Hergeirsson

Nú fer arbeiðið við nýggja felagnum av álvara í gongd.

Ætlanin er at skapa ein virknan felagsskap kring metalleiting, fornfrøði og føroyskan mentanararv, har limir kunnu deila vitan og royndir, skipa fyri tiltøkum og vera við til at skjalfesta og miðla søguna, sum enn liggur fjald kring Føroyar.

Felagið fer eisini at menna eina nýggja heimasíðu á forn.fo, sum við tíðini skal gerast ein miðdepil fyri felagið, søguligar greinar, áhugaverdar fundir og aðra vitan um føroyskan fornfrøði- og mentanararv.

Vit gleða okkum til at koma í gongd og vóna, at nógv søgu- og fornfrøðiáhugað fara at taka lut í nýggja felagnum.