Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.08.2022 17:50

Nýskrivaðir kórtónar úr Fuglafirði

Fríggjakvøldið 2. september 20:30 verður forkunnug kórkonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Konsertin er eyðkend við, at allir kórsatsirnir eru skrivaðir av tónaskøldum við tilknýti til Fuglafjarðar sangkór.

Anne Mette Greve Klemensen sang við kórinum tey árini hon var prestur í Fuglafirði. Hon hevur skrivað fýra satsir til týðingar hjá skaldinum Alexandur Kristiansen og ein til ungdómsyrking hjá Hans Andrias Djurhuus. Sámal Matras Kristiansen hevur skrivað tveir satsir til týðingar og ein til ungdómsyrking hjá Alexanduri, tveir til ungdómsyrkingar hjá Christian Matras og eitt nýtt lag/nýggjan sats til jólasálm hjá Símun Mikal Zachariasen. Heðin Kambsdal hevur eisini gjørt eina útseting til yrking hjá Alexanduri til kent týskt lag.

At enda syngur kórið sera hugfarsligan kórsats hjá Niels Midjord, sála, yvir sálmin “Himnafaðir” hjá Kristiani Osvald Viderø. Við hesum vil kórið minnast Niels, ið var fastur fúsur sum bassur í Fuglafjarðar sangkóri og lyfti øll upp við sínum blíða og skemtandi lyndi.

“Himnafaðir, eg teg biði,
eg hin útlagni, sum ligið
havi úti alla tíð.
Slepp mær inn um tínar gáttir,
deyðakaldur eg, og nátt er,
ei eg beri boð í bý.”

Konsertin er partur av skránni fyri Mentanardagarnar í Fuglafirði, ið eru um vikuskiftið. Sí facebook.com/mentanardagar