Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.06.2023 11:21

Nýggjur leiðari til campingøkið á Eiði

Mynd: Jógvan í Skorini

Eiðis kommuna boðar frá, at hon hevur sett Jógvan í Skorini, sum nýggjan leiðara til campingøkið niðri á Møl á Eiði. Hetta er kampingøkið, sum liggur á mølini, har gamli fótbóltsvøllurin í bygdini lá.

Hetta plássi er væl vitja um summranar og um vikuskiftini.

Jógvan í Skorini, sum nú tekur yvir, er t.d. kendur, sum fyrrverandi borgarstjóri á Eiði.

Eiði Camping hevur facebook síðu og er eisini at hitta á tlf. 530333.