Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.12.2024 13:06

Nýggjur jólasangur: Home alone á føroyskum

Tíðindaskriv

Í dag er ein nýggjur føroyskur jólasangur komin út. Hetta er sangurin “Djúpt í Mínum Minni”, upprunaliga úr Home Alone, sum nú er týddur til føroyskt av Edmund Williamson. Tað er Marjun Wolles, sum hevur givið sangin út. Hetta er tann fjórði jólasangurin, sum hon gevur út. Hinir eru: “Hátt undir himmalsins stjørnum,” “Kvirra um fjøll og fløtur,” og “Tú lítli staður Betlehem.”

Sangurin er tikin upp av Johann Asmundsson í Stúdíó Paradís í Íslandi og Hans Poulsen í IntroVers Studio í Runavík fyrr í ár.

Tónleikarnir eru:

  • Sangur: Marjun Wolles
  • Klaver: Kjartan Valdemarsson
  • Kontrabass: Sigmar Þór Matthíasson
  • Horn: Johan Hentze

Hoyr sangin her: https://www.youtube.com/watch?v=aIcI-uPCRo0

Hann er á veg inn á Spotify og verður at finna á hesum playlistanum, tá hann er komin inn. Á sama playlisti ber eisini til at hoyra allar jólasangir, sum Marjun hevur útgivið

Hoyr “Jólini hjá Marjuni Wolles” her: https://open.spotify.com/playlist/0f4u2qo5ejWGcdlJpwY2Tg