Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.11.2023 17:27

Nýggjur høvuðsvenjari settur hjá víkingakvinnunum

Mynd: Víkingur

Víkingur

Svenn Ósbjørnsson Olsen er settur sum høvuðsvenjari hjá Betri kvinnum. Hetta boðar Víkingur frá í dag.

Svenn er 52 ára gamal, gøtumaður og Víkingur. Hann hevur A-venjaraprógv og nógvar royndir, bæði sum høvuðsvenjari, hjálparvenjari og høvuðsungdómsvenjari, bæði í Víkingi, men eisini í øðrum feløgum. Svenn hevur áður eisini verið venjari hjá WU15 landsliðnum og er í løtuni hjálparvenjari hjá kvinnulandliðnum.

Svenn kemur nú at standa á odda fyri kvinnuliðið, saman við Hans Andriasi, sum hevur verið runt um hópin seinastu tvey árini. Hans Andrias, sum er í holt við at taka A-venjaraprógv, kemur at virka sum hjálparvenjari og partvís málmansvenjari.

Spjaldur