Reyði Pantarin/ Tíðindaskriv
Nevndin í Fjepparafelaganum Reyði Pantarin eru sera glað fyri góðu móttøkuna av nýggja sanginum “Koyr á B68”
Tilgongin byrjaði oktobur í 2023 og tað hevur veri umráðandi hjá tónasmiðjunum, at tíð bleiv brúkt uppá allar smálutir í sanginum. Góðar 7 mánar seinni hava vit so hendan fantastiska Reyða Pantara sangin “Koyr á B68”.
Reyði Pantarin var sera glaður fyri at Helena Hansen og Jannet Hanusardóttir Højgaard vildu takað hesað uppgávuna á seg, at gera ein nýggjan B68 sang.
Tær fingu so Jákup Hansen at syngja og sum vit hoyra, hevur Jákup eina rødd, ið er framúr góð og riggar heilt einastandandi væl til sangin.
Sjálvandi skuldu vit eisini hava eitt sjónbandalag. Her var Andri Gerðisá klárur at hjálpa sum altíð, við hansara sera góðu evnum.
Framleitt sangin hevur IntroVers Studio við Hans Poulsen
Samanhaldi vit í Nes Kommunu hava rundan um Tofta Ítróttarfelag er einastandandi og gleðiligt er altíð at merkja hvussu fólki fylgja við frá yngstu til elstu.
Túsund takk Helena, Jannet, Jákup og Andri.
Deil á Facebook