Í dag var nýggjasta 8-mannafarið hjá Kappróðrarfelaganum Tindi, sum sjálvur formaðurin í felaganum John Høgnesen hevur latið smíða, sjósett og doypt á kaiøkinum í Norðragøtu.
Nakað av fólki, saman við kappróðrarmanninginum hjá felaganum, vóru møtt upp í kalda veðrinum.
Høgni Jógvansson doypti nýggja bátin í fekk navni Gøtu Tróndur. Við orðunum: Gavi tú bleiv høgdur og brendur, og navn títt er Gøtu Tróndur.
Og aftaná var sálmurin “Givnir eru einglar góðir” sungin, sum er yrktur av sjálvum Trónda í Gøtu.
Sí myndir sum Kappróðrarfelagið Tindur tók











































