Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.08.2026 16:14

Nýggjar uppgávur bíða kvinnulandsliðnum

Kvinnulandsliðið fer nú undir fyrireikingarnar til Baltic Cup, sum verður um mánaðarskifti novembur-desembur - Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Pætur Smith Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur sent boð eftir 29 spælarum til landsliðsvenjing á Svangaskarði mikukvøldið

——————

HM-undankappingin hjá kvinnum, sum var spæld í vár og tíðliga í summar, er løgd afturum bak, og øll orka verður nú løgd í fyrireikingar til Baltic Cup, sum verður um mánaðarskifti novembur-desembur. Harafturat verður eisini arbeitt við at fáa tveir venjingardystir í oktobur mánað.

Í hesum sambandi hevur Pætur Smith Clementsen, A-landsliðsvenjari, úttikið ein bruttohóp við 29 spælarum, ið eru boðsendar til landsliðsvenjing á Svangaskarði í morgin, mikukvøldið klokkan 18:30.

Hópurin
Sissal Haraldsen, 07 Vestur
Gunnvá Lützen, HB
Súsanna Laksafoss Godtfred, HB
Brá Zakariasardóttir, HB
Rúna Jacobsen, HB
Fríða Jakobsen, HB
Lý Gray Djurhuus, HB
Lisa Haraldsen, HB
Ása Carlsen, HB
Jakobina Bergsdóttir, HB
Ingrid Berg Rasmussen, Skála
Maria Vinjardsdóttir Johansen, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Sólja Ernstdóttir, KÍ
Helga Mikkelsen, KÍ
Heidi Sevdal, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Jórun Patawary, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Natalia Dansdóttir Olsen, Víkingur
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur

Í farnu HM-undankapping vóru Føroyar bólki saman við Grikkalandi og Georgia. Grikkar vunnu bólkin, meðan føroysku kvinnurnar endaðu á øðrum plássi við seks stigum.